|
Løgmaður og Kommunusamskipanin viðgera Visjón 2015
|
Kommunusamskipanin hevur boðið løgmanni at leggja fram og at tosa um leiklutin hjá kommununum í Visjón 2015. Hetta verður seinnapartin í dag í sambandi við, at KSF hevur aðalfund.
- Kommunusamskipan Føroya hevur verið sera virkin í Visjón 2015 arbeiðinum. Tað er heilt týðiligt, at felagsskapurin hevur sett stóra orku av til at viðgera og orða hoyringsskriv til ymsu grundarsteinarnar. KSF hevur lagt dent á, at felagsskapurin tekur fult undir við samlaðu Visjón 2015 ætlanini og hevur gjørt eitt konstruktivt og munadygt arbeiði. Tí fari eg á fundinum í dag eisini at nýta høvið at takka fyri tað dygga visjónsarbeiði KSF hevur gjørt, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Meira fæst at vita við at venda sær til Bjørt Samuelsen, kunningarráðgeva, tlf 551041
|
|