Hví Visjón 2015 ?
Grundarsteinar
Tíðarætlan
Visjón 2015 undir land
Kunningartilfar
Tíðindi
Hugtøk í Visjón 2015
Løgmansskrivstovan
Postrúm 64
110 Tórshavn
Tlf: +298 351010
Tilfar frá fundinum á Visjónstorginum 1. juni 2006
Visjónstorgið hevur sín fyrsta fund í dag. Strategibólkarnir, ið arbeiða við ávikavist KST, íverksetan, infrakervi og arbeiðsmarknaði, leggja fram tey mál, sum teir halda vera umráðandi at seta sær, og visjónstorgið hevur høvi at viðgera málini. Tilfar frá fundinum verður lagt undir "Grundarsteinar" høgrumegin á hesi síðu, so hvørt tað er tøkt.

Hevur tú eina meining um málini, ið eru sett og/ella hvussu vit røkka málunum, hevur tú høvi at geva títt ískoyti her á heimasíðuni.

Soleiðis gert tú:
Fyri at kunna gera ískoyti til grundarsteinarnar, skalt tú vera stovnaður sum brúkari í skipanini. Ovast í høgra teigi undir ÍSKOYTI stendur  “Nýggjur brúkari”. Trýst á hesa leinkju og skráset tínar upplýsingar. Trýst síðan á “Stovna brúkara,” og tú fært sendandi teldubræv við stovningarupplýsingunum.

So er klárt at gera títt ískoyti.

Tú innritar teg við brúkaranavni og loyniorði. Síðan velur tú grundarsteinin, ið tú vilt gera ískoyti til. Skriva títt ískoyti í gluggan og send tað.

Meira fæst at vita við at venda sær til Jeanette Ellefsen Blåsvær, fulltrúa, á tlf 351042 ella Bjørt Samuelsen, kunningarráðgeva, a tlf 551041.


gg
At fyribyrgja misnýtslu, útspilling og tílíkum, verður allur innsendur tekstur lisin, áðrenn hann verður lagdur á heimasíðuna. Líkur títt innlegg av einihvørjari orsøk ikki treytirnar fyri at verða almannakunngjørt, fært tú boð um hetta frá webmastara.

Ískoyti

SIG TÍNA MEINING


Her kanst tú geva títt ískoyti til Visjón 2015.


Trýst á teir grundarsteinar, ið hava tín áhuga.

Sjálvstýri (22)
Alheimsgerð (4)
Útbúgving (13)
Gransking, menning og nýskapan (14)
Íverksetan (5)
Kunningartøkni (12)
Tilfeingi (1)
Samfelagsbygnaður (6)
Infrakervi (6)
Umhvørvi (6)
Mentan (11)
Arbeiðsmarknaður (3)
Vælferð (14)
GG: (tal) = Ískoytir
(Nýggj ískoyti) = Nýggj ískoyti skrivað