|
Nú eru fundir ásettir við Visjónstorgið, sum skal viðgera málini, ið strategibólkarnir hava orðað. Fyrsti fundurin verður hósdagin 1. juni á Hotel Føroyum, og tá verða málini fyri KST, íverksetan, infrakervið og arbeiðsmarknaðin viðgjørd.
Soleiðis orðað skriv er sent limunum í Visjónstorginum 18. mai 2006:
"Sum limur í Visjónstorginum verða tygum við hesum boðin til fundar á Hotel Føroyum hósdagin, 1. juni kl. 8.30 (red.), har ymiskir strategibólkar fara at greiða frá teimum málum, sum teir meta vera hóskandi at seta í samband við Visjón 2015 ætlanina.
Á fundinum er ætlanin at viðgera tey mál, sum strategibólkarnir fara at leggja fram. Sum kunnugt eru strategibólkar settir at gera uppskot til deilmál og strategiir fyri nøkur raðfest øki í samfelagnum. Øki, sum mett verða at hava stóran týdning í visjónsætlanini.
Visjónstorgið er eitt breitt forum við ymiskum áhugabólkum, sum skulu umrøða og viðgera strategipappír í sambandi við Visjón 2015. Ætlanin er at hava tríggjar fundir áðrenn summarfrítíðina, har ymisku langtíðarmálini skulu viðgerast. Fyrsti fundur verður sum ásett hósdagin 1. juni, og hinir eru settir at verða týsdagin 6. juni, mánadagin 12. juni og mikudagin 21. juni.
Evnini, sum verða viðgjørd 1. juni, eru:
• Mál fyri KST • Mál fyri infrakervið • Mál fyri íverksetan • Mál fyri arbeiðsmarknaðin
Fundurin verður skipaður soleiðis, at fyrst verður stutt framløga um sett mál, og síðan verður lagt upp til orðaskiftis um málini.
Tilfar til fundin verður sent tygum frammanundan.
Ber ikki til hjá tygum at koma á fundin, vinarliga sigið Løgmansskrivstovuni frá hesum. Ringið til Ann Hjaltalin, løgmansskrivara, tlf. 351033, ella sendið eitt teldubræv til .
Jóannes Eidesgaard, løgmaður"
Tilfar frá fundinum 1. juni verður lagt undir "Grundarsteinar" høgrumegin á hesi síðu, eftir at tað er viðgjørt á fundinum.
|