|
Strategibólkarnir eru nú farnir til verka. Í løtuni verður arbeitt við at orða mál fyri hvønn grundarstein sær. Hevur tú eina meining um, hvørji mál eiga at verða sett og/ella hvussu vit røkka málunum, hevur tú høvi at geva títt ískoyti her á heimasíðuni.
Soleiðis gert tú: Fyri at kunna gera ískoyti til grundarsteinarnar, skalt tú vera stovnaður sum brúkari í skipanini. Ovast í høgra teigi undir ÍSKOYTI stendur “Nýggjur brúkari”. Trýst á hesa leinkju og skráset tínar upplýsingar.&Trýst síðan á “Stovna brúkara,” og tú fært sendandi teldubræv við stovningarupplýsingunum.
So er klárt at gera títt ískoyti.
Tú innritar teg við brúkaranavni og loyniorði. Síðan velur tú grundarsteinin, ið tú vilt gera ískoyti til. Skriva títt ískoyti í gluggan og send tað.
Meira fæst at vita við at venda sær til Jeanette Ellefsen Blåsvær, fulltrúa, á tlf 351042 ella Bjørt Samuelsen, kunningarráðgeva, a tlf 551041.
gg At fyribyrgja misnýtslu, útspilling og tílíkum, verður allur innsendur tekstur lisin, áðrenn hann verður lagdur á heimasíðuna. Líkur títt innlegg av einihvørjari orsøk ikki treytirnar fyri at verða almannakunngjørt, fært tú boð um hetta frá webmastara.
|