Hví Visjón 2015 ?
Grundarsteinar
Tíðarætlan
Visjón 2015 undir land
Kunningartilfar
Tíðindi
Hugtøk í Visjón 2015
Løgmansskrivstovan
Postrúm 64
110 Tórshavn
Tlf: +298 351010
Vælferðarbólkarnir eru nú farnir til verka

Teir 12 bólkarnir, sum arbeiða við vælferðarvisjónini, eru nú farnir til verka.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum boðaði øllum, sum luttaka í arbeiðinum við vælferðarvisjónini til fundar í Almanna- og heilsumálaráðnum mánadagin tann 6. mars, har endamálið fyrst og fremst var at fáa gongd á arbeiðið í bólkunum.

Hans Pauli Strøm leiddi fundin og greiddi frá arbeiðinum higartil og kunnaði um arbeiði frameftir. Almanna- og heilsumálaráðið hevur orðað nøkur arbeiðsskjøl, sum skulu virka sum útgangsstøðið hjá bólkunum í visjónsarbeiðinum. Á nøkrum økjum fyriliggja eisini álit ella tað verður arbeitt við at gera álit. Tað vil siga, at tað í fleiri førum er eitt grundarlag at byggja á. Serliga bólkarnir, sum arbeiða við Vælferðarráð, Almanna- og heilsugransking og Virkisætlan fyri børn og ung hava lítið og einki av tilfari at halda seg til, og setur tað tí onnur og størri krøv til hesar bólkarnar.

Miðað verður ímóti, at bólkarnir hava tilfarið klárt tann 1. mai at leggja fyri Visjónstorgið.

Á fundinum 6. mars í Almanna- og heilsumálaráðnum fingu allir bólkarnir høvi at skipa seg, og eru allir bólkarnir, sum arbeiða við vælferðarvisjónini, farnir í holt við arbeiði. Nakrir av bólkunum høvdu skipað seg fyri fundin og eru tí komnir nakað meir áleiðis við arbeiðinum.

Ískoyti

SIG TÍNA MEINING


Her kanst tú geva títt ískoyti til Visjón 2015.


Trýst á teir grundarsteinar, ið hava tín áhuga.

Sjálvstýri (22)
Alheimsgerð (4)
Útbúgving (13)
Gransking, menning og nýskapan (14)
Íverksetan (5)
Kunningartøkni (12)
Tilfeingi (1)
Samfelagsbygnaður (6)
Infrakervi (6)
Umhvørvi (6)
Mentan (11)
Arbeiðsmarknaður (3)
Vælferð (14)
GG: (tal) = Ískoytir
(Nýggj ískoyti) = Nýggj ískoyti skrivað