Hví Visjón 2015 ?
Grundarsteinar
Tíðarætlan
Visjón 2015 undir land
Kunningartilfar
Tíðindi
Hugtøk í Visjón 2015
Løgmansskrivstovan
Postrúm 64
110 Tórshavn
Tlf: +298 351010
Gransking, menning og nýskapan

Strategibólkurin fyri Gransking, menning og nýskapan hevur orðað strategiir fyri, hvussu málini, tey hava sett verða rokkin. Strategipappíri eru sent til ummælis í Visjónstorginum, samstundis er tað tøkt á heimasíðuni. 

Tú kanst gera tínar viðmerkingar niðanfyri, áðrenn 11. desember.

Persónar í strategibólkinum

Onnur skjøl til grundarsteinin
13.11.2006 Strategipappír fyri gransking, menning og nýskapan
05.06.2006 Mál fyri gransking, menning og nýskapan
15.02.2006 Arbeiðssetningur hjá strategibólkinum
Viðmerkjaranavn: 
Viðmerkjaranavn: viðmerking 07. mai 2007
Vinnuframagrunnurin (VFG) er ætlaður at hava stóran týdning at menna nýggjar vinnur og stimbra nýskapan. Stuðulin, ið VFG hevur latið hevur verið fallandi seinnu árini. Ein høvuðsorsøk er tvørliga mannagongdin fyri at fáa stuðul, umframt at treytirnar hjá VFG eru sera strangar. Tískil er úrsliti at... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Áhugaður 16. feb 2007
Gransking er annað enn hagtøl. Tá eg las strategipappír fyri gransking, menning og nýskapan, rann mær til hugs, at tiltakið fyrst og fremst er til fyri at menna vinnuna. Eisini verður mentan nevnd, men á einum rættiliga líkagyldigum niveau.
Tað sum manglar mest av øllum her á landið er tann sosial... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Palliba 01. feb 2007
Visjón 2015 - hvørvisjón ?
Ein Visjón sum ikki hevur kjølfesti í størsta partinum av fólkinum er dømd at miseydnast. Tað er heldur ikki samsvar millum orð og gerðir. Bert føgur orð og ikki handling (pengar) skapar ikki trúvirði millum vanliga føroyingin.
So míni ráð:
1. Fá undirtøku fyri Visjóni... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Vestminningurin 11. jan 2007
Løgmaður hevur tosa um visión 2015 síðan hann tók við hasum starvið. Men hvat síggja vit, tað eru aldri so fáir pengar settir av til gransking, sum hendan samgongan hevur sett av. Og fyri eitt so lítið land sum Føroyar er tað størsta skomm. So løgmaður, tak teg saman og gerð nakað við tey orð "vala... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: FlóvinE 24. nov 2006
Eg havi skrivað kronikk í tveimum pørtum (Sos. 7. og 14. nov.) við nágreiniligari analysu av strategitilmælinum hjá visjónsbólkinum (fyrri partur), og við tilmælum um eina øðrvísi prioritering (annar partur).

Um tað kann lokka visjónsbólkin at lesa mítt íkast, so skrivar ugebrevet Mandag Morgen ... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: FlóvinE 20. nov 2006
Eg skal gera nakrar viðmerkingar til granskingarstrategiina, men vil fyrst spyrja:

Tit nevna eitt vísital, har Føroyar eru á 30 í mun til grannalondini, sum eru á í miðal 100. Hvussu er hetta roknað? Hvat mátar hetta vísital? Er tað bara nýtsla av pengum? Ella er tað úrtøka? Ella in kombinatión ... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Sambur við Mambo 15. nov 2006
Eitt serkt og fjølbroytt bókasavn, ið eisini er elektronist - er ein fyritreyt fyri gransking. Eitt bókasavn, sum er eisini tann vanligi borgarin hevur fría atgongd til.
Viðmerkjaranavn: viðmerjari 14. nov 2006
Tá tosið snýr seg um gransking, so verður mangan hugt at USA. Um ein hyggur undir slóðir, so sæst at Visjón 2015 einans vísur slóðir til EU.
Er tað rætt, tá tosið eisini snýr seg um alheimsgerðing? Um hugt verður eftir "productivity" seinastu árini, so sæst at USA við ørðum londum hava verði betu... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Janus 16. jun 2006
Eg eri eitt sindur ørkymlaður. Her er einans talan um vinnugransking... og mentan?

Sum heild haldi eg tað vera gott við vinnugransking. Men eftir hesum uppskotinum, sær tað út til vinnugransking fær fyrsta prioritet, meðan tann grundgransking, sum tað almenna fyrst og fremst eigur at taka sær av... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Glúpur 28. mai 2006
Fíggjarligu karmarnir undir føroyskari gransking kundi í fyrstu atløgu verið skipaðir við einum grunni, har vinnan og tað almenna rinda hvør sína helvt. T.d. kundi eitt granskingar og menningargjald upp á 2 promillur verið sett á allar lønarútgjaldingar. Tað hevði svarað til uml. 12 mió. kr. Harumf... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: BB Jensen 28. apr 2006
Eg eri samdur við Mambo í at eitt dagført og umfatandi bókasavn er av alstórum týdningi, um ein ynskir at fremja miðvísa gransking. Tað skal tó viðmerkjast at heilt nógvir journalir og "conference proceedings" nú á døgum eru tøkir sum e-journals, og tí er eitt pappírs-bókasavn kanska ikki av so stó... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Janus 01. mar 2006
Vinnugransking verður aðrastaðni goldin í nógv størsta mun av sjálvari vinnuni. Umleið 1/10 partur verður fíggjaður av tí almenna. Øvugt verður 1/10 partur av almennari gransking fíggjað av vinnuni.

Eg vil nógv heldur at mínar skattakrónur skulu fara til almenna grundgransking, heldur enn privat... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Mambo 26. feb 2006
Heldur man veruliga, at man kann fremja miðvísa gransking í Føroyum uttan eitt sterkt og dagført bókasavnsverk? Eg haldi tað ikki! Kanska visjónsbólkurin og føroyska granskingarumhvørvið áttu at gjørt sær nakrar tankar um, hvønn leiklut Føroya Landsbókasavn eigur at hava í tí føroyska granskingarum... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: T.Hansen. 23. feb 2006
Lat ikki vinnuliga gransking køva alla aðra gransking. Tað er ikki øll gransking ið hevur eitt vinnuligt endamál, lat eisni pláss vera til tað granskingina. T.Hansen.
Ískoyti

SIG TÍNA MEINING


Her kanst tú geva títt ískoyti til Visjón 2015.


Trýst á teir grundarsteinar, ið hava tín áhuga.

Sjálvstýri (22)
Alheimsgerð (4)
Útbúgving (13)
Gransking, menning og nýskapan (14)
Íverksetan (5)
Kunningartøkni (12)
Tilfeingi (1)
Samfelagsbygnaður (6)
Infrakervi (6)
Umhvørvi (6)
Mentan (11)
Arbeiðsmarknaður (3)
Vælferð (14)
GG: (tal) = Ískoytir
(Nýggj ískoyti) = Nýggj ískoyti skrivað