Hví Visjón 2015 ?
Grundarsteinar
Tíðarætlan
Visjón 2015 undir land
Kunningartilfar
Tíðindi
Hugtøk í Visjón 2015
Løgmansskrivstovan
Postrúm 64
110 Tórshavn
Tlf: +298 351010
Sjálvstýri
Allýsing og avmarking

Sjálvstýri fevnir í hesum høpi um at leggja til rættis eina skipaða tilgongd í Føroyum, ið hevur við sær, at føroyski búskapurin verður sjálvberandi, og at Føroya fólk verður sjálvstýrandi. Leisturin fyri sjálvstýristilgongdini skal gerast við langtíðaráhugamálum Føroya fólks í huga.

Visjónin um sjálvstýri skal fevna um:
• Stjórnarskipan fyri Føroyar
• Yvirtøkur av málum og málsøkjum
• Stigvísa minking í heildarveitingini

Persónar í strategibólkinum

Viðmerkjaranavn: 
Viðmerkjaranavn: KST 04. sep 2007
Eru vit sovnaði í Føroyum??? Einki kjak um visjón 2015 og slettis einki um sjálvsstýri. ZZZZZZZZZZZZZZZZ
Viðmerkjaranavn: antiloysing 07. mai 2007
álvara...havaat skal ein siga ??
...t.d. royni almennustovnanir, áðrenn man ferð at tosa, og yvirhøvður hugsa um nakað sum eitir "sjálvstýrið, tjóð-veldið.. what ever".. havi verði sjúkur í 7 ár... enduliga komin burtur úr tí... hevði ikki siti her um DK ik tók sær av okkum... 2 árini, tey fyrstu ... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini 23. feb 2007
Eitt, ið eg sakni í sambandi við Visjón 2015, tá ið tosað verður um grundarsteinin Vælferð, er eitt alment etiskt ráð.
Viðmerkjaranavn: Jákup Fróði Djurhuus 08. feb 2007
Tað finst valla nakar føroyingur, sum við góðari samvitsku kann vera ósamdur í setninginum omanfyri um visjónina fyri sjálvstýri.

Men tað er sera umráðandi,at tilgongdin verður løgd í fastar karmar, soleiðis at tey bæði ytru sjónarmiðini í føroyskum politikki ikki sleppa at skaða hesa náttúrligu... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Sambandsmaður 05. feb 2007
Til HP: Fullveldi er eingin visión, tað er bara 'ønsketænkning'. Men uttan eina veruliga visión, sum t.d. Visión2015, kanst tú gloyma alt um politiskt sjálvræði. Grundregla nr. 1, um vit skulu gerast búskaparliga sjálvbjargin, er, at vit hava eina miðvísa og væl skipaða ætlan (les: Visión2015), sum... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Sambandsmaður 05. feb 2007
Til jht: Nei, eg fari neyvan skeivur. Lærdir danir eru eins væl fyri sum lærd aðrastaðni. Lærdómur er betur enn eingin lærdómur, tú. At vit hava klárað okkum fyrr uttan ríkisveiting merkir ikki, at vit kunnu strika okkurt um eina milliard í landsbúskapinum í dag. So kom við onkrum betri argumenti, ... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: HP 03. feb 2007
JA, visiónirnar eru jú ókeypis. Hatta er jú meistarligt "spin" frá Jóannos. Àðrenn høvdu vit jú eina visión um loysing - hvat skula vit so geva fólkinum fyri at endurfylla vakuumið við tí so mikið konservativa og óvisiónera sambands- og javnaðarflokkinum? Vit geva teimun ein floskil av fúlastu skuf... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: jht 01. feb 2007
Til sambandsmannin. Ja, góði. Tú fert so ræðuliga skeivur. Vit fáa lestrarstuðul til at lesa í Danmark fyri, sum danir. Tey allar flestu enda í Danmark og koma heimaftur sum lærdir danir. Er tað meiningin? Nei, tað kann ikki vera ætlanin og tað rokni eg heldur ikki við, at sjálvt teir mest rabiatu ... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Sambandsmaður 16. jan 2007
Politiskt sjálvræði og búskaparligt sjálvbjargni hanga óloysiligt saman. So tey sum rópa upp um loysing her og nú hava væl eisini eina ætlan fyri, hvussu vit erstatta tær 600-700 mió. (donsku) krónurnar á føroysku fíggjarlógini her nú! Eisini hava tey eina ætlan fyri, hvussu vit erstatta danskan út... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Høgni Mohr, Bjarnoyarvegur 7A 16. jan 2007
Eg taki undir við navnanum handan Á! Fari annars í sambandi við hetta vælsignaða visjónsarbeiðið at mæla løgmanni og øðrum politiskum lyklaleikarum at lesa úr bókini, Vitanarslóðin, hjá Pálli Poulsen. Í fleiri støðum rakar hasin fýrurin seymin av sonnum; ikki minst áttu samfelagsligu eygleiðingar P... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Høgni Mohr, handan´Á 15, F0 100 11. jan 2007
Einki ivamál í mínari sál Loysing frá Danmark ongantíð ov skjótt. Alt ov nógv orka verður nýtt til viðurskiftini við Danmark. At ráða í egnum landi er ein sjálvfylgja, ið ikki verður tikin uppá tunguna í sjálvstøðugum londum Tá fer at bera til at reka veruligan politik: Vinstra-, høgra- og miðpolit... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: jack 12. dec 2006
droppa tað skaðiligt firi landi
Viðmerkjaranavn: Áki Andreasen 01. dec 2006
Eitt onnur yvirskrift er "Yvirtøkur av málum og málsøkjum" - hvørja ætlan hevur samgongan her? eina yvirtøkulóg spekka við donskum treytum - men eina tíðarætlan yvir nær hvat skal yvirtakast...hvar er hon í øllum visjóns tosinum? Nær skal seinasta málsøkið vera yvirtikið...tað eg veit um visjónir s... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: jón 30. nov 2006
skera blokkin, skjótast møguligt, vit mugu yvurtaka øll mál um vit skulu teinkja upp á nakra visión, politikkarar skjóta seg seg javnan undir tad at málini eru donsk, og tí fáa teir fáa einki gjørt, tad er slett ikki gott nokk
Viðmerkjaranavn: Áki Andreasen 30. nov 2006
Visjónin – hevur 3 setningar fyri tí sum samgongan velur at kalla “sjálvstýri”. Ein av hesum setningum eitur: stigvís minking í heildarveitingini. Nú er fíggjarlógaruppskotið ikki endaliga samtykt, men tað sum eg veit um er eingin ætlan um minking í heildarveitingini.
Eg má bara spyrja nær meinin... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Jørgin M. Á. við Úlvsá 29. nov 2006
Hugsi, at øll eru samd um, at tað røður um samstarv ímillum tjóðirnar. Men fyri at vit kunnu sleppa upp í part, er so avgerðandi neyðugt, at vit útvega okkum amboðini. Er tað ætlan landsstýrissins, so taki eg fult undir. Er ætlanin hinvegin, at Føroyar ikki skulu telja sum javnbjóðis land við onn... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Jóhan Larsen Eiði 20. nov 2006
Eg takið fult undir við, at vit skulu verða sjálvstøðug í øllum málum, uttan tá talan er um tjóðbanka, gjaldsoyra, dómsvald og kongshús.
Viðmerkjaranavn: Johan 15. nov 2006
Eg eri ikki so samdur við viðmerkjararnar niðanfyri - teir eru allir samdir um,at vit fáa einar betri Føroyar, um vit loysa beinanvegin. Hetta er júst móti tíðarandanum rundanum okkum - har er tað samarbeiði og aftur samarbeiði millum tjóðir, sum eru enntá týðandi í heimshøpi - besta dømi er ES sum... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Glúpur 28. mai 2006
Sagt verður, at vit skulu leggja til rættis eina skipaða tilgongd í Føroyum, so Føroya fólk verður sjálvstýrandi. Hetta skal gerast við langtíðaráhugamálum Føroya fólks í huga.
Spurningurin er, hvussu leingi hetta mál eigur at verða útsett. Vit síggja, at onnur lond taka avgerðir um millumtjóða sa... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Karljularbo 02. mar 2006
Eg sigi sum Frímund. Eg vil fegin fáa eitt svar frá løgmanni um, hvat hann vil á hesum øki ella "hornasteini". Vil hann, at vit skulu verða leys av øllum stuðli og vil hann at Føroyar skulu verða ein sjálvstøðugur statur? Tað er lítil meining í hjá mær at diskutera við løgmann (og tey sum eru samd ... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Áki Andreasen 24. feb 2006
Tað er einki at ivast í at ein ætlan ella “manualur”, sum løgmaður valdi at kalla ætlanina hevur ítøkjulig mál fyri hvussu vit í síðsta enda staðfesta einar frælsar Føroyar.
Eitt annað sum er rættiliga avgerandi er hvat samfelag alt hetta byggir á, er tað samfelagið við stuðli – eitt stuðulssamfel... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Frímund Hansen 23. feb 2006
Fyri meg er tað altavgerðandi fyri at eg skal kunna kalla meg borgara í "Heimsins besta landi at liva og virka í" at hetta ikki er grunda á gjald/stuðul úr ørðum landi.
Visjón 2015 er ein góð ætlan um vit innbyggja eina ætlan fyri yvirtøkurnar sum eftir eru og ein stigvísan niðurskurð í blokkstuðl... Les alt ískoyti
Ískoyti

SIG TÍNA MEINING


Her kanst tú geva títt ískoyti til Visjón 2015.


Trýst á teir grundarsteinar, ið hava tín áhuga.

Sjálvstýri (22)
Alheimsgerð (4)
Útbúgving (13)
Gransking, menning og nýskapan (14)
Íverksetan (5)
Kunningartøkni (12)
Tilfeingi (1)
Samfelagsbygnaður (6)
Infrakervi (6)
Umhvørvi (6)
Mentan (11)
Arbeiðsmarknaður (3)
Vælferð (14)
GG: (tal) = Ískoytir
(Nýggj ískoyti) = Nýggj ískoyti skrivað