Hví Visjón 2015 ?
Grundarsteinar
Tíðarætlan
Visjón 2015 undir land
Kunningartilfar
Tíðindi
Hugtøk í Visjón 2015
Løgmansskrivstovan
Postrúm 64
110 Tórshavn
Tlf: +298 351010
Mentan

Strategibólkurin fyri Mentan hevur orðað strategiir fyri, hvussu málini, tey hava sett verða rokkin. Strategipappíri eru sent til ummælis í Visjónstorginum, samstundis er tað tøkt á heimasíðuni. 

Tú kanst gera tínar viðmerkingar niðanfyri, áðrenn 11. desember.

Persónar í strategibólkinum

Onnur skjøl til grundarsteinin
13.11.2006 Strategipappír fyri mentan
05.06.2006 Mál fyri mentan
15.02.2006 Arbeiðssetningur hjá strategibólkinum
Viðmerkjaranavn: 
Viðmerkjaranavn: Juul 10. jan 2007
hvar hevur Føroyski dansurin innivist í hesum forumi hann varð púrasta gloymdur av Sjónvarpinum bæði á jólum og Nýttári
Viðmerkjaranavn: ferðavinnuáhuga 03. jan 2007
Nú havi eg ikki lisið alt á hesi heimasíðuni, men eg síggi einki um ferðavinnu inni á her. Er ferðavinnan ikki nakað sum er av týdningi fyri Visjón 2015?
Viðmerkjaranavn: Arkitektafelag Føroya 13. dec 2006
Vit ynskja at orðað verður eitt stevnumið fyri byggilist sum fastsetur eina góðsku og framferðarhátt á almennari bygging. Vit mæla til at ein heildarætlan verður gjørd fyri alla almenna bygging í Føroyum, sum raðfestir hvussu og nær byggingin skal verða framd.
Viðmerkjaranavn: Heimabúgvandi tónleikari 30. nov 2006
Vit eru sikkurt tað einasta landið í Europa, har ein ikki kann læna fløgur á bókasøvnum.
Hvussu kunnu heimabúgvandi tónleikarar nema sær vitan um ymsar stílir, og evt. gera seg galdandi i útheiminum undir hesum fortreytum. Og hvussu kunnu vit yvirhøvur snakka um mentunarpolitikk? Hettar er bæði sy... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Sámal Olsen 30. nov 2006
Viðvíkjandi Fólkaskúlanum.Tað eigur at verða hugt eftur skulaskipanini í Liechtenstein,hon er nakað serstakt.Løgmaður hevur verið á almennari vitjan har fyri kortum.So tað máttið verið møguleiki fyri,at fáa fólk innanfyri teirra skúlaverk,at komi til Føroyar,at hildið fyrilestrar/ráðstevnu,fyri at ... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Sámal Olsen 30. nov 2006
Viðv+ikjandi yvurtøku av Fólkakirjuni.So eigur man at leggja tað soleiðis til rættis,at tá ein nýggj sammkoma skal setast á stovn,tað kann verað eitthvørt slag av sammkomu,sum t.d. Muslimsk o.a. at tað verður flutt frá hægsta kirkjumynduleika at siga gott fyri,vælsigna og játtað hennið virksemið í ... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Mambo 16. nov 2006
Strategibólkurin fyri mentan skrivar m.a. um Mentanararvin, at vit skulu hava eitt "Tjóðsavn"

Hetta er eitt vánaligt hugskot. Hugsa tær um t.d. eldur kemur í eitt slíkt savn. So fer ikki "bara" ein partur, men at kalla allur tann savnaði mentanararvurin upp í royk.

Og hvussu sannlíkt er tað,... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Batur 13. nov 2006
Hettar sær sera áhugavert út - hóast at alt mentanarøkið ikki er við.
Viðmerkjaranavn: hergeir e 02. nov 2006
Trúgvi ikki at tónleiklívið í FO er uttan umboðan í fyrireikingararbeiðinum.

Urd Johannesen og Sigvør Laksá hava tætt tilknýtið til føroyska tónleikpallin og fara uttan iva at røkja "okkara" endamál, millum annað.

Sakni tó eina útmelding/dagføring av hesum arbeiðinum.

Visjónstorgið á Norð... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: KáriB 03. mar 2006
Tað er løgi at onki umboð tónleikalívið er limur í bólkinum. Tónleikurin er tað mentanarøki, sum hevur ment seg mest seinastu 10 árini.
Viðmerkjaranavn: Mambo 25. feb 2006
Visjónir saknast á bókasavnsøkinum

Føroyska bókasavnsverkið er á nógvum økjum ein syndarligur eftirbátur. Nógvar tænastur, sum bókasøvnini í okkara grannalondum hava bjóða borgarum sínum í eina hálva øld, eru ikki tøkar hjá Føroya fólki enn. Tey seinastu 10 árini hevur alt bókasavnsøkið verið fy... Les alt ískoyti
Ískoyti

SIG TÍNA MEINING


Her kanst tú geva títt ískoyti til Visjón 2015.


Trýst á teir grundarsteinar, ið hava tín áhuga.

Sjálvstýri (22)
Alheimsgerð (4)
Útbúgving (13)
Gransking, menning og nýskapan (14)
Íverksetan (5)
Kunningartøkni (12)
Tilfeingi (1)
Samfelagsbygnaður (6)
Infrakervi (6)
Umhvørvi (6)
Mentan (11)
Arbeiðsmarknaður (3)
Vælferð (14)
GG: (tal) = Ískoytir
(Nýggj ískoyti) = Nýggj ískoyti skrivað