Hví Visjón 2015 ?
Grundarsteinar
Tíðarætlan
Visjón 2015 undir land
Kunningartilfar
Tíðindi
Hugtøk í Visjón 2015
Løgmansskrivstovan
Postrúm 64
110 Tórshavn
Tlf: +298 351010
Umhvørvi

Strategibólkurin fyri Umhvørvi hevur orðað uppskot til mál, sum varð viðgjørt á Visjónstorginum 12. juni 2006. Strategibólkurin hevur skriva strategipappír um, hvussu málini, tey hava sett verða rokkin. Strategipappíri varð sent til ummælis í Visjónstorginum 27. november 2006 (í fýra vikur). Samstundis liggur tað á heimasíðuna og tú hevur møguleika at gera tínar viðmerkingar til tilmælini hjá bólkinum.

Tú ert eisini vælkomin at gera tínar viðmerkingar til Umhvørvi.

Persónar í strategibólkinum

Onnur skjøl til grundarsteinin
28.11.2006 Strategipappír fyri umhvørvi
25.08.2006 Mál fyri umhvørvi
20.02.2006 Arbeiðssetningur hjá strategibólkinum
Viðmerkjaranavn: 
Viðmerkjaranavn: Søren Sørensen 03. feb 2007
Fokus er á globála trýstið á umhvørvið.
2015 setir stór mál, men ongin sýnist at hava fingurin á pulsinun her heima.
Og fyri meg er tað stressandi at hoyra stórar menn brúka stór orð um luftdálking frá skipum og øðrum ídnaði; alt ímegan smá virkjir uttan naka eftirlit stoyta tons eftir tons av dá... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Kyoto 16. nov 2006
Kyoto-avtalan: Vit eru 1/3 av danska ríkinum. Harvið kunnu vit flokkast undir at eiga/býta 1/3 av Grønlandi og Dannmark, og tá dálka 47.000 fólk ikki tað stóra.. og harvið skuldi alt tos um Kyoto steðga.
Viðmerkjaranavn: SG 11. jul 2006
Við jøvnum millumbilum kyknar kjak upp um Kyoto-avtaluna. Serliga verður fokusera á okkara 0-støðu í hesum sambandi. Fleiri ferðir hevur luftdálkingin frá skipum eisini verið ein partur av kjakinum. Men er tað nú rætt at inndraga skipini í luftdálkingarspurningin í samband við Kyoto-avtaluna, ella ... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: RAF 08. jul 2006
Eg haldi at tollur og avgjøld áttu at verði tikin av, øllum til sól- og vindorku skipanir bæði til privat og vinnu. Og á hendan hátt at stulða undir at gagnnýta reinar og varandi orkukjeldur, sum sama viðfangi, í longdini lækka dagilgu útreiðslurnar hjá brúkaranum, og minka um olju innflutningin. A... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: en 17. apr 2006
Datt um hesi tíðindini í kvøld:

http://home.businesswire.com/portal/site/topix/index.jsp?ndmViewId=news_view&newsId=20060417005707&newsLang=en

Sær út til at tað fer at bera betur til at gagnnýta meiri vindorku - tí um eg havi skilt tað rætt á talsmonnum hjá SEV í fjølmiðlunum, so hevur ein av... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Janus 01. mar 2006
Fyrst er neyðugt at skilja, at náttúrupolitikkur og umhvørvispolitikkur eru hvør sítt.
Náttúrupolitikkur er ein yvirskipaður politikkur, ið byggir á eina vællýsta náttúru, har vit fólkaræðisliga hava tikið støðu til varðveitslu, rættindi og ábyrgdir. Náttúrupolitikkur er ein spurningur um at varð... Les alt ískoyti
Ískoyti

SIG TÍNA MEINING


Her kanst tú geva títt ískoyti til Visjón 2015.


Trýst á teir grundarsteinar, ið hava tín áhuga.

Sjálvstýri (22)
Alheimsgerð (4)
Útbúgving (13)
Gransking, menning og nýskapan (14)
Íverksetan (5)
Kunningartøkni (12)
Tilfeingi (1)
Samfelagsbygnaður (6)
Infrakervi (6)
Umhvørvi (6)
Mentan (11)
Arbeiðsmarknaður (3)
Vælferð (14)
GG: (tal) = Ískoytir
(Nýggj ískoyti) = Nýggj ískoyti skrivað