Hví Visjón 2015 ?
Grundarsteinar
Tíðarætlan
Visjón 2015 undir land
Kunningartilfar
Tíðindi
Hugtøk í Visjón 2015
Løgmansskrivstovan
Postrúm 64
110 Tórshavn
Tlf: +298 351010
Vælferð

Allýsing og avmarking

Sum lýst niðanfyri, er vælferð ein víðfevndur og tungur grundarsteinur, sum stendur eitt sindur fyri seg í Visjón 2015.

Aðalmið
Visjónin um vælferð er grundað á hesi aðalmið:

Okkara fremstu almanna- og heilsupolitisku mál eru, at fólkið skal trívast, mennast og fjølgast í okkara landi. Hetta skal gerast við at tryggja øllum borgarum neyðugur umstøðar fyri góðum lívskorum í einum vælskipaðum vælferðarsamfelag, har sínámillum ábyrgdin millum borgaran og myndugleikan, eins væl og samhaldsfestið millum øll, verður sett í hásæti.

Sama, hvør sosiala og persónliga støða borgaranna er, skal teimum øllum verða tryggjað rættindi og atgongd til munagóðar almanna- og heilsutænastur, so sum vit hava neyðugan tørv á. Hetta setur støðug politisk krøv til áhaldandi innihaldsliga, bygnaðarliga og fíggjarliga menning av okkara vælferðarskipanum. Tí seta vit okkum mál og leggja ætlanir fram í tíðina.

Visjónin um vælferð fevnir um:

1.      Vælferðarráð

2.      Almanna- og heilsugransking

3.      Framtíðar almannalóggávu

4.      Pensjónsreform

5.      Framtíðar eldrarøkt

6.      Virkisætlan fyri fólk við skerdum førleika

7.      Virkisætlan fyri børn og ung

8.      Heildarpsykiatriska ætlan

9.      Bústaðarpolitiskan reform

10.     Framtíðar heilsuverk

11.     Framtíðar apoteksverk

12.     Fólkaheilsuætlan

Arbeiðssetningur, persónar í arbeiðsbólkum og tíðarætlan er lýst fyri hvørt økið sær

Tak niður Samlað VISJÓN 2015 UM VÆLFERÐ(128,8 KB) pdf

Onnur skjøl til grundarsteinin
22.01.2007 Strategipappír fyri vælferð
Viðmerkjaranavn: 
Viðmerkjaranavn: KST 04. sep 2007
Viðvíkjandi framtíðar eldrarøkt!

Góðar visjónir, men sum starvsfólk í eldrarøktini, sakni eg at varpa verður ljós á okkum starvsfólk.

So sum eg sýggji eldraøki í framtíðini, so verður væntandi tali av starvsfólkum og ikki minst útbúðnum starvsfólkið stórðst avbjoðingin í framtíðini.

Hvus... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Føroya væl 12. mar 2007
Skulu vit verða millum heimsins fremstu tjóðir á vælferðarøkinum, eiga vit at líta at Svøríki, sum longu er fremst. Í Svøríki og Finnlandi hava eldri tryggjað pláss á ellisheimi eins og børn hava tryggjað pláss á barnagarði. Tey veiku eru besta parametur fyri vælferðina í einum samfelag, onki minni... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Fólkavøkstur 20. feb 2007
Eitt av fremstu málunum er at fólkið skal fjølgast í landinum. Fólkavøksturin hevur verið avmarkaður seinnu árini og er ikki rættiliga komin fyri seg eftir kreppuárini. Áhugavert hevði verið at sett eitt mál fyri hvat fólkatalið skal verða í 2015, 2020 o.s.fr. Eitt hægri fólkatal og framhaldandi ja... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Viðmerking - 8-10% minni nýtsla 20. feb 2007
Á s. 20 undir Rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu, verður sagt "og ung skulu fara seinni at nýta rúsdrekka enn nú". Hví ikki tora at seta sum mál og stuðla uppundir at ung fólk als ikki fara at drekka yvirhøvur, samsvarandi arbeiðinum, ið eitt nú Blái Krossur ger ? Óansæð etiskt grundstøði so burdi tað... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: S.Mohr fyri Alzheimerfelagið 18. feb 2007



Viðmerkingar til Visjón 2015

Alzheimerfelagið hevur hesar viðmerkingar/uppískoyti til ætlanirnar fyri Framtíðar eldrarøkt.

Bústovnar og starvsfólk.
Vit heita á arbeiðsbólkin, at settar verða serstakar fyriskipanir í verk fyri tey fólkini, sum eru rakt av demenssjúkum, og fyri avvarða... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Brúkari 17. feb 2007
Apoteksverkið
At fólkini har skulu upplýsa,vegleiða, og hava yvirskipaða myndugleikan, er eftir mínum tykkið rætta endamálið við stovninum.

Men at apoteksverkið hevur einkarrættin til innflutning av øllum heilivági - eisini í hondkeyp,er minst 100 % dýrari enn neyðugt.

Tað kann eg dokumenter... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Hans Pauli 16. feb 2007
Viðm. til DM um heilsuátøk hjá apoteksverkinum: Tað sum verður sagt í vælferðarvisjónini um apoteksverkið er at tað m.a. í størri mun skal virka sum ein heilsufakligur stovnur, har tey við sínum serkunnleika skulu upplýsa og vegleiða borgaran um heilivág og heilsu. Við støði í teirra serliga faklig... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Hans Pauli 16. feb 2007
Viðm. til SL um súkklu- og rennibreytir: Í mai er ætlanin at halda eina arbeiðs-ráðstevnu, har endamálið er at gera ítøkiligar ætlanir fyri hvussu øll uppskot/tilmæli í fólkaheilsuætlanini skulu implementerast, tvs. setast í verk - m.a. hvussu súkklubreytir skulu skipast. Títt hugskot um samstundis... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: DM 15. feb 2007
Var til visónstorg í Klaksvík nú í vikuni. Har bleiv sagt nógv gott. Tað sum skurraði í mínum oyrum var, at tað verður mælt til at apoteksverkið skipar fyri átøkum og tiltøkum at hjálpa fólkið við heilsuni. Hvør fakbólkur er betur til tað enn sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum hava ein knap 4 ára útbúgv... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: SL 13. feb 2007
Í Fólkaheilsuætlan føroyinga (s.32 PDF-fíl) stendur at innan 2009 verður álagt lands- og kommununalu myndugleikunum at gera eina ætlan um, hvussu tað skal bera til at súkkla trygt í Føroyum.
Fer nakað at verða gjørt soleiðis at tað eisini verður trygt at renna í Føroyum? ella verður hugsað, at fó... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: Jonna 26. nov 2006
Føroya fólk sum hava forstand hava mist alla virðing fyri Føroya Løgtingið. Tað sást so tíðiliga hvussu rotin føroyskur politikkur er.
Hví skal javnaðartingmaðurin fyri Sandoy hava sjúkrabilatænastuna at umsita? Fyri tað far hann 25.000 kr. um mánaðin fyri. Henda upphædd fer beinleiðis skattafrítt... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: FlóvinE 23. nov 2006
Viðv. bústaðarpakkanum: Eg síggi tit ætla at koma við lóg fyri lutaíbúðarfeløg.

Eg vil heita á tykkum um helst at sleppa hasum ætlanunum, tí lutaíbúðir er nakað sum tíðin er farin frá. Tað hevur givið stórar trupulleikar aðrastaðni, tí tað er ein millumting millum privat og felags ogn. Ein ogn (... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: HeilsuVitin 16. nov 2006
Statistisk tøl úr Danmark yvir kronisk sjúk sum vóru at síggja í danska sjónvarpinum tíðliga í ár vísti eitt tíðarskeið uppá eini 50 ár og tey sýndu ein støðugan vøkstur. Støðan er tann at nú eru 45 % av fólkinum kronisk sjúk og far gongdin loyvi at standa við, ja so ganga ikki nógv 10 ár afturat s... Les alt ískoyti
Viðmerkjaranavn: FlóvinE 27. feb 2006
Undir punktinum Almanna- og heilsugransking stendur:

"Karmarnir hjá Fyribyrgingarráðnum verða víðkaðir soleiðis, at stovnurin í størri mun fær ein granskingarleiklut"

Eg helt annars at ætlanin var at savna granskingina og játtanir til gransking heldur enn at spjaða.

Veit høgra hond ikki hv... Les alt ískoyti
Ískoyti

SIG TÍNA MEINING


Her kanst tú geva títt ískoyti til Visjón 2015.


Trýst á teir grundarsteinar, ið hava tín áhuga.

Sjálvstýri (22)
Alheimsgerð (4)
Útbúgving (13)
Gransking, menning og nýskapan (14)
Íverksetan (5)
Kunningartøkni (12)
Tilfeingi (1)
Samfelagsbygnaður (6)
Infrakervi (6)
Umhvørvi (6)
Mentan (11)
Arbeiðsmarknaður (3)
Vælferð (14)
GG: (tal) = Ískoytir
(Nýggj ískoyti) = Nýggj ískoyti skrivað