Hví Visjón 2015 ?
Hvat er Visjón 2015?
Brot úr ólavsøkurøðuni 2005
Landsstýrið um Visjón 2015
Grundarsteinar
Tíðarætlan
Visjón 2015 undir land
Kunningartilfar
Tíðindi
Hugtøk í Visjón 2015
Løgmansskrivstovan
Postrúm 64
110 Tórshavn
Tlf: +298 351010
Hví Visjón 2015 ?

Visjónin er, at Føroyar í 2015 verða millum bestu lond at virka og liva í. Vit ynskja, at Føroyar skulu verða samfelag við sterkum búskapi, har arbeiði er til allar hendur, og har dygdargóðar, sosialar skipanir tryggja øllum eitt virðiligt lív.

Skulu vit røkka hesum máli, er neyðugt við greiðum og framsóknum ætlanum. Tað er tað, vit vilja við Visjón 2015. Og vit ynskja, at hvør einstakur gevur sítt íkast. Í felag megna vit at lyfta tað, eingin okkara megnar einsamallur.

Føroyar standa á einum vegamóti. Hetta krevur, at stórar avgerðir verða tiknar. Tað eru avgerðirnar, vit taka nú, sum skulu vísa, um vit megna at tillaga okkum treytirnar í einum alheimsgjørdum búskapi.

Tað var í hesum anda, at landsstýrið um ársskiftið setti sær fyri at gera eina heildarætlan - eina strategi - fyri samfelagið. Eina ætlan, sum røkkur nógv longri enn hetta valskeiðið.


Fólksins visjón
Visjónin byggir á 12 grundarsteinar. Men endamálið er hin 13. grundarsteinurin – lat okkum bara kalla tað hornasteinin - nevniliga vælferðin. Tað er vælferðin hjá hvørjum einasta borgara í landi okkara, sum vit vilja tryggja.

Visjón 2015 er ikki ein fjarur dreymur. Visjón 2015 er tað, vit seta í verk nú. Tær leiðir, vit í felag velja at ganga í dag.

Ískoyti

SIG TÍNA MEINING


Her kanst tú geva títt ískoyti til Visjón 2015.


Trýst á teir grundarsteinar, ið hava tín áhuga.

Sjálvstýri (22)
Alheimsgerð (4)
Útbúgving (13)
Gransking, menning og nýskapan (14)
Íverksetan (5)
Kunningartøkni (12)
Tilfeingi (1)
Samfelagsbygnaður (6)
Infrakervi (6)
Umhvørvi (6)
Mentan (11)
Arbeiðsmarknaður (3)
Vælferð (14)
GG: (tal) = Ískoytir
(Nýggj ískoyti) = Nýggj ískoyti skrivað