|
Visjónin er, at Føroyar í 2015 eru millum fremstu tjóðir.
Tað merkir, at vit skulu teljast millum tey lond, sum eru best at virka og liva í. At Føroyar skulu vera eitt samfelag við sterkum búskapi, har arbeiði er til allar hendur, og har dygdargóðar, sosialar skipanir tryggja øllum eitt gott lív.
Hví Heimurin broytist við rúkandi ferð, og vit skulu kappast og lívbjarga okkum undir heilt øðrum fyritreytum enn áður. Tí mugu vit vera kreativ og nýmennandi. Við Visjón 2015 hugsa vit langt og leggja ætlanir fyri, hvussu vit røkka málinum at tryggja framhaldandi góð lívskor og góða vælferð. Tað eru avgerðirnar, vit taka nú, sum skulu vísa, um vit megna at laga okkum til treytirnar í einum alheimsgjørdum búskapi.
Hvør Við ársbyrjan valdi Landsstýrið út eina røð av økjum, sum ætlanir skuldu gerast fyri. Hesi øki verða nevnd grundarsteinar. Teir eru Vælferð, Arbeiðsmarknaður, Mentan, Umhvørvi, Infrakervi, Samfelagsbygnaður, Tilfeingi, Kunningartøkni, Íverksetan, Alheimsgerð og Sjálvstýri.
Landsstýrið heitti á fólk, ið hava innlit og royndir á økjunum, um at seta mál og orða strategiir fyri hvønn grundarsteinin. Hesir arbeiðsbólkar verða nevndir strategibólkar.
Samstundis setti Landsstýrið eitt visjónstorg. Hetta er samansett av teimum politisku flokkunum, fakfeløgum og áhugabólkum.
Hvussu Strategibólkarnir gjørdu fyrst uppskot til mál fyri hvønn grundarsteinin. Hesi málini vórðu síðan løgd fyri Visjónstorgið, sum fekk høvi at gera sínar viðmerkingar og at koma við sínum íkøstum. Hetta varð gjørt í vár og í summar. Síðan fóru strategibólkarnir undir at orða strategipappír – tað vil siga uppskot um, hvussu til ber at røkka settu málunum.
Frá november til januar verða hesi strategipappír send Visjónstorginum til hoyringar. Samstundis kunnu øll, sum hava áhuga fyri evnunum, siga sína hugsan. Hvør einstakur strategibólkur viðger allar viðmerkingarnar, áðrenn hann skrivar endaliga skjalið fyri grundarsteinin. Nær strategipappírini fyri hvønn grundarstein verða útsend, ber til at síggja á heimasíðuni: www.2015.fo.
Hvat Málini og strategiirnar frá øllum bólkunum verða savnað í eitt rit - Mál og vegir. Hetta er tað, sum bólkarnir meta, eigur at verða gjørt á hvørjum einstøkum øki, til tess at røkka visjónini. Bólkarnir orða strategiirnar eftir bestu sannføring – óheft av, hvørt tær sampakka við Landsstýrisins politikk ella ikki. Landsstýrið kann taka tað til sín, sum politisk undirtøka er fyri. Á sama hátt kunnu øll onnur eisini nýta Mál og vegir.
Øll við Øll kunnu geva sítt íkast til Visjón 2015. Til ber at fara inn á www.2015.fo og gera viðmerkingar til grundarsteinarnar. Eisini ber til at tosa viðmerkingar inn á tlf. 351085 ella senda bræv til Løgmansskrivstovuna, boks 64, Tórshavn.
Komið er nú inn í seinasta og avgerandi umfarið av Visjón 2015. Arbeiðið hjá strategibólkunum er við at koma undir land og verður liðugt í vár.
Løgmansskrivstovan
|