|
Visjónin: Millum fremstu tjóðir í 2015
Grundarsteinar: Økini, sum landsstýrið hevur valt at fokusera uppá í visjónsverkætlanini
Aðalmál: Mál, sum verða sett fyri hvønn grundarsteinin fyri at vit røkka visjónini.
Strategibólkur: Bólkur av fólki við serstakari vitan um grundarsteinin, sum tey eru sett at arbeiða við. Hetta eru embætisfólk, fólk úr privata vinnulívinum og onnur.
Strategipappírir: Uppskot frá bólkunum um hvussu vit røkka aðalmálunum, ið bólkurin skjýtur upp at seta fyri hvønn einstaka grundarsteinin.
Visjónstorg: Umboð fyri politiskar flokkar, fakfeløg og áhugabólkar. Visjónstorgið viðgerð arbeiðið hjá strategibólkunum, kjakast um upplegg frá bólkunum og gevur sítt íkast til arbeiðið.
www.2015.fo: Heimasíðan, har alt tilfar um visjónsarbeiðið verður savnað. Tað er eisini her, fólk gera viðmerkingar til arbeiðið við grundarsteinunum.
|